Fyrrverandi fótbóltsspælarin Diego Armando Maradona er deyður av hjartatilburði 60 ára gamal. Tað skrivar argentinski miðili Clarin.
Hóast tað valdaði ivi um tíðindi um deyða Maradona, so eru tíðindini nú váttað av advokati hansara sambært tíðindastovuni Reuters.
Síðani Maradona gavst við fótbóltinum, hevur hann við jøvnum millumbilum havt heilsuligar avbjóðingar, og hann hevur fleiri ferðir verið á sjúkrahúsi.
Fyrr í november var hann soleiðis innlagdur í átta dagar og var skorðin fyri blóðsamling millum kraniið og heilan.
Hann hevði sína marglætistíð í Napoli, sum hann førdi til italska meistaraheitið í 1987 og í 1990. Argenitini verður av mongum mettur sum ein av bestu fótbóltsspælarunum í søguni.
Hann er framvegis eitt stórt navn í heimlanid sínum.
30. oktober fylti hann 60 ár.