Vegskattur - ein eykaskattur, ið ger ov lítlan mun á vegakervinum

Halda tey fólkavaldu veruliga, at landsumsitingin fer betur um skattaðu inntøkuna hjá landsins borgarum enn borgarin sjálvur?

Í 2016 legði sitandi samgonga eykaavgjøld á bensin og diesel við ávikavist 25 og 30 oyrum við teirri grundgeving, at prísurin var lágur og tískil toldi hetta eykaavgjaldið. Brenni­oljuavgjaldið varð eisini í síni tíð lagt á olju til húsarhaldini við somu grundgeving og við ætlanini um, at avgjaldið skuldi takast av aftur, tá oljuprísurin hækkaði aftur. Men enn hevur ongin samgonga mett, at talan hevur verið um nóg høga príshækking, og tískil rinda føroyingar framvegis brennioljuavgjald fyri hvønn einasta litur av brenniolju til húsarhaldið.

Tað er ikki allur sannleikin, sum førdur hevur verið fram, at føroyingar hava eitt av teimum lægstu avgjøldunum á bensin og diesel í Norðurlondum. Veruleikin er jú tann, at føroyingar rinda vegskatt umframt, meðan hesin í summum grannalondum er innroknaður í bensin- og dieselgjaldið, tí ber snøgt sagt ikki til at gera eina samanlíkning sum hesa, ið sitandi samgonga førdi fram í 2016.

Orðið vegskattur er eitt misvísandi heiti, tí upphæddin, ið verður kravd inn samsvarar als ikki við játtanina til við­líkahald av vegakervinum, ið áhaldandi er tódnað seinnu árini. Hetta sæst eisini aftur á vegunum. Far til dømis ein túr til Elduvíkar ein góðan summardag. Har standa skelti fram við vegnum, ið vísa á, at hetta er ein vøkur leið at koyra, men koyritúrurin til Elduvíkar er alt annað enn ein góð uppliving, orsakað av tí vánaliga standinum vegurin er í.  

Tað gevur góða meining at brúka avgjøld og eykaskattir sum fíggjartálmandi amboð í góðum tíðum, men tað gevur lítla meining at halda fast við henda eykaskatt- og avgjøld í krepputíð. Fyrr ella seinni røkkur borgarin einum pínumarki, sum vit sóu dømi um í stóru fíggjarkreppuni í nítiárunum, tá føroyingar í hópatali rýmdu av landinum.

Mítt uppskot er tí, at avtaka veg­skattin fullkomiliga og í staðin leggja eitt rímiligt avgjald omaná bensin- og diesel­prísin, sum er hóskandi til at dekka útreiðslurnar av landsvegakervinum, hvørki meira ella minni. Á henda hátt er tað brúkarin, bæði fastbúgvandi og vitjandi, ið rind­­ar kostnaðin av við­líka­haldinum. Við stóra ferða­fólka­streyminum gerst hetta eisini ein góð inntøkukelda fyri landið. Eftirsleipið, tað í skyldast, at játtanin til viðlíkahald av vegakervinum hevur verið alt ov lítil seinnu árini, má so fíggjast á annan hátt, áðrenn nýggja skipanin verður sett í verk. 

 

Anna Margretha Otthamar

Valevni hjá Miðflokkinum