- Veljarin vil hava nýggj fólk í føroyskan politikk

Tey ungu valevnini hava havt eitt gott val í ár. Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen seta orð á, hví tað man vera

Barbara Gaardlykke Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin

Barbara Gaardlykke Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin

Ein týðiligur tendensur til fólkatingsvalið í ár var, at tey ungu valevnini hava staðið seg stak val. Av persónligum atkvøðum fekk Beinir Johannesen (A) 677, Barbara Gaardlykke Apol (C) fekk 394, Hervør Pálsdóttir (E) fekk 223, og Bjarni Kárason Peteresen (F) fekk 147. 

Barbara Gaardlykke Apol, sum fekk triðflestar atkvøður í Javnaðarflokkinum, fegnast um góða valið, sum hon í stóran mun gevur flokki sínum æruna fyri. Móðurflokkurin og ungmannafelagið hava havt álit á henni, sigur hon. 

- Tað er okkurt, sum bendir á, at fólk taka væl ímóti nýggjum valevnum, sum hava okkurt uppá hjarta. At tey ungu hava klárað seg so væl vísir bara, at veljarin vil hava nýggj fólk inn í føroyskan politikk, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

##med2##

Bjarni Kárason Petersen gjørdist toppskorari á listanum hjá Framsókn, og hann heldur tað eisini vera positivt, at tey ungu hava havt eitt so gott val. Hann sigur, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað.

- Kanska er tað tí, at fokkarnir hava givið ungu valevnunum størri rúmd í valstríðnum. Annars duga tey ungu valevnini betri at brúka sosialar miðlar, sum er har, valstríðið  í stóran mun fyrigongur í dag. Eg giti, tey ungu eru eitt fet framman fyri har, sigur hann. 

 

 

Barbara Gaardlykke Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin

Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn