Verður nógv dýrari enn væntað

Ætlanin at gera bátahyl í Norðragøtu fekk eitt skot fyri bógvin, men orsøkin er ikki bara tann, at samfelagshjólini mala so skjótt

Nú verður arbeitt við at gera umstøðurnar í bátahylinum í Gøtu, betri. Mynd:kortal.fo

Nú verður arbeitt við at gera umstøðurnar í bátahylinum í Gøtu, betri. Mynd:kortal.fo

Ætlanin at gera ábøtur á bátahylin í Norðragøtu, fekk eitt skot fyri bógvin. Ætlanin verður nevniliga nógv dýrari enn upprunaliga mett.

Upprunaliga metti býráðið, at arbeiðið fór at kosta slakar 8,4 milliónir krónur, men seinni varð kostnaðarmetingin endurskoðað, og nú varð mett at arbeiðið fór at kosta slakar 9,8 milliónir.

Men tá ið arbeiðið varð bjóðað út, hevði J&K Petersen lægsta tilboðið og tað ljóðar upp á góðar 11 milliónir, men so kemur ymiskt afturat, so at kostnaðurin tilsamans verðu slakar 16 milliónir

Jóhan Christiansen, borgarstjóri sigur, at ein orsøk til, at tilboðið er so nógv dýrari enn ætlað, er, at tað er so nógv virksemi í samfelagnum og tá ið samfelagshjólini mala so skjótt, sum tey gera í hesum døgum, er tað ein sannroynd, at tað dýrari at byggja.

Men ein onnur orsøk er eisini, at kostnaðarmetingin hjá býráðnum hevur verið undirmett, tí arbeiðið hevur víst seg at vera meiri umfatandi enn mett.

Men nú skal býráðið so taka støðu til, um farast skal undir ætlanina nú, ella um tey skulu steðga á eitt sindur.

Jóhan Christiansen sigur, at verður tað samtyky, fer tað at gera tað munandi høgligari hjá bátseigarum í Gøtu.

Ætlanin er bæði at gera pláss fyri fleiri bátum, og at reinsa hylin, og at leggja flótibrýr í hann, umframt at gera aðrar hentleikar. Men ætlanin er eisini at flyta molan og at gera aðrar broytingar við tí endamálið at gera tað nógv kyrrari í honum.

Borgarstjórin sigur, at ein høvuðstrupulleiki hevur verið, at á summum ættum hevur tað verið ov ókyrt í hylinum, og tí trupulleikanum er ætlanin eisini at fáa bilbukt við.

Á fíggjarætlanini í ár eru fimm milliónir settar av til endamálið.

Nú verður arbeitt við at gera umstøðurnar í bátahylinum í Gøtu, betri. Mynd:kortal.fo