Vest Pack góðar níggju milliónir í avlopi

Vest Pack í Vestmanna hevði sambært ársroknskpainum fyri 2019 9,42 milliónir krónur í avlopi.

Tað vísir roknskapurin, sum er kunngjørdur á roknskaparsíðuni vinnuvitan.biz.
Bruttovinningurin hjá felagnum var slakar 25 milliónir krónur, sum er á sama støði sum árið fyri, tá úrslitið var eitt vet hægri, góðar 10 milliónir krónur.
Felagið hevur goldið 12,6 milliónir krónur í lønum í fjør, sum er á sama støðið sum árið fyri.
Eginpeningurin hjá P/F Vest Pack er nú beint undir 30 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin er 1,4 milliónir krónur.
Tað starvaðust 24 fólk hjá felagnum í mun til 23 árið fyri.
Felagið rindaði eigarunum níggju milliónir krónur í vinningsbýti í fjør. Tað er tað sama sum árið fyri. Síðani 2009 hevur felagið rindað eigarunum 65 milliónir krónur í vinningsbýti.
Tað eru P/F Faroe Holding í Vestmanna og Samhentir Kassagerði ehf í Íslandi, sum eiga P/F Vest Pack.

##med2##