Vesturkirkjan tvær gudstænastur sunnudagin

Nú sunnudagin verður aftur farið í kirkju, men avmarkingar eru, og í mesta lagi 100 fólk kunnu koma til gudstænastu. Vesturkirkjan og Argja kirkja hava valt at hava tvær gudstænastur, bæði klokkan 11 og klokkan 13

 

 

Tað verður eitt sindur sum á jólaaftan, nú gudstænastur byrja aftur kring landið. Tá koma ofta so nógv fólk, at pláss er ikki fyri øllum til eina gudstænastu. Tí hava nakrar kirkjur valt at hava tvær gudstænastur tann dagin, so at so nógv sum møguligt skulu sleppa í kirkju.

Av tí at eingin er sloppin til gudstænastu seinastu tveir mánaðirnar, verður eisini væntað, at nógv hava hug aftur at sleppa at sita á kirkjubríkini, syngja og annars taka lut í gudstænastuni. Men avmarkingar eru, og í mesta lagið 100 fólk sleppa til gudstænastu í størstu kirkjunum. Í miðalstóru kirkjunum sleppa 75 og í smáu kirkjunum sleppa 30 fólk. Aðrar avmarkingar eru eisini, so at almennu tilmælini verða hildin.

Vesturkirkjan og Argja kirkja hava valt at hava tvær gudstænastur sunnudagin. Eina klokkan 11 og eina klokkan 13.

Gudstænasturnar í Vesturkirkjuni eru eins. Tvær vanligar hámessur, har tænarar, prestur, sálmar eru teir somu. Bergur Debes Joensen prædikar.

Í Argja kirkju er fyrst ein vanlig gudstænasta, meðan seinna gudstænastan er ein rútmisk gudstænasta. Derhard Jógvansson prædikar.

Gudstænastur vera annars í kirkjunum kring alt landið. Annaðhvørt gudstænasta við presti ella lestur.

Heitt verður á kirkjufólkið at hava sína egnu sálmabók við í kirkju. Til ber eisini at taka sálmabókina niður á fartelefonina.