VIDEO: Viljormur fekk reyða kortið fyri at bjarga við hondini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum SønderjyskE-Vejle 4-1 (1-1) har Viljormur Davidsen gjørdist skurkurin

(Mynd: Vejle Folkeblad)

(Mynd: Vejle Folkeblad)

Tað gekk sum eftir ánni hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle fyrstu 40 minuttirnar á útivølli í Haderslev í dystinum móti SønderjyskE. Vladlen Yurchenko legði Vejle á odda tá eitt korter var farið av dystinum, og Vejle var á sigurskós, men tá 40 minuttir vóru farnir fór í svart hjá Vejle.

Føroyski landsliðsleikarin, Viljormur í Heiðunum Davidsen bjargaði á málstrikuni við hondini tá bólturin aftaná hornaspark bleiv skotin móti málinum hjá Vejle. Dómarin hevði ikki møguleika til annað enn at vísa Viljormi av vøllinum, og í seinna hálvleiki skrædnaði hjá Vejle. ##med2##

SønderjyskE – Vejle  4-1 (1-1)
16. 0-1 Vladlen Yurchenko
41. 1-1 Johan Absalonsen (straffespark)
53. 2-1 Stefan Gartenmann
71. 3-1 Christian ”Greko” Jakobsen
90. 4-1 Marco Rojas

Í samrøðu við Vejle Folkeblad sigur Viljormur, at hann kundi bara ikki lata bóltin fara inn, og tí gjørdi hann tað sum hann var mentur fyri at halda bóltinum úti, men ein refleks gjørdi, at hann kom at nerta bóltin við hondini.

Støðan í niðurflytingarspælinum í bólki 1 í niðurflytingarspælinum: 

 

Bólkur 1DystirVJTMálmunurStig
1.AGF321211946:4047
2.Sønderjyske32981537:4535
3.AC Horsens32891532:5533
4.Vejle326101634:5328

 

 

 

(Mynd: Vejle Folkeblad)

SønderjyskE - Vejle Boldklub (28-4-2019)