Vikarstova hálva fimtu millión í yvirskoti

Nógv umrødda vikarstovan í sambandi við frágreðingina »Rumenar á loftinum«, sum nøkur fakfeløg fingu gjørda herfyri, »Firmport«, hevur eitt sera gott ársúrslit á vísa á, nú roknskapurin fyri 2018 er kunngjørdur á vinnuvitan.biz. Yvirskot felagsins í fjør var upp á 4.443.499 krónur. Tað er hálvaaðru millión krónur meira enn árið fyri.

SP/F Firmport kom rættiliga í andglettin av frágreðingini »Rumenar á loftinum«, sum nøkur fakfeløg fingu gjørda í augustmánaði.

SP/F Firmport kom rættiliga í andglettin av frágreðingini »Rumenar á loftinum«, sum nøkur fakfeløg fingu gjørda í augustmánaði.

P/F Firmport hevur sum høvuðsvirksemi at reka vikarstovu og leiga út bygningar. Um gongdina í felagnum sigur leiðslan seg vera nøgda við úrslitið, og at úrslit felagsins kemur serliga av sølu av einum bygnigni í árinum, umframt manningartænastur og leiguinntøkur frá arbeiðsbústøðum.

Bruttoúrslit felagsins var slakar 20 milliónir krónur, sum tó er góðar 12 milliónir krónur lægri enn árið fyri. Starvsfólkakostnaðurin var slakar 14 milliónir í mun til góðar 28 milliónir árið fyri.

Úrslti felagsins áðrenn skatt var slakar 5,5 milliónir krónur.

Eginogn felagsins er góðar 9 milliónir krónur.

Stjóri í Sp/F Firmport er Heðin Lamhauge í Havn.

vinnuvitan.biz

 

 

 

SP/F Firmport kom rættiliga í andglettin av frágreðingini »Rumenar á loftinum«, sum nøkur fakfeløg fingu gjørda í augustmánaði.