Vil hava eina føroyska tilbúgving fyri koronu

Framferðin hjá landsstýrinum skapar ikki tryggleika, heldur løgtingskvinna

 

 

 

 

Hví hava vit onga tilbúgving í sambandi við koronu? Tað er spurningurin, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú skal greiða frá

Tað er Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava hann at greiða frá støðuni tí hon heldur, at framferðin hjá landsstýrinum skapar ikki tryggleika.

Hon sigur, at higartil hevur landsstýrið brúkt tíðindafundir til at boðað frá, hvussu farast skal fram í sambandi við koronu. Men hon leggur afturar, at tað hevur verið frá degi til dags.

– Enn hevur landsstýrið ongantíð boðað frá alment um hvør langtíðarætlanin er, ella um vit hava nakra langtíðar tilbúgvingarætlan yvirhøvur.

– Hetta skapar ikki neyðuga tryggleikan, og tað ger eisini, at vit ikki gera tær neyðugu íløgurnar í nóg góðari tíð, sigur hon.

Tí saknar hon eina tilbúgvingarætlan, kanska við fimm tilbúgvingarstigum, har tað er sett úr í kortini, hvørji ítøkilig tiltøk skulu setast í verk á teimum ymsu tilbúgvingarstigunum.

Hon heldur, at so høvdu fólk vitað, hvussu tey skulu bera seg at, og hvat er í væntu væntu, bæði í heilsuverkinum, skúlaverkinum á eldraøkinum, umframt á øðrum bústovnum og dagstovnum. Og somuleiðis høvdi bæði arbeiðsgevarar og løntakarar verið betri fyrireikaðir.

– Við eini tilbúgvingarætlan hevði eisini borið til at gjørt íløgur í heilsuverk, starvsfólk og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, alt eftir, hvør tilbúgvingarætlanin er.

Kristina Háfoss hevur eisini fleiri onnur ivamál.

– Landsstýrið hevur gjørt ikki at biðja Løgtingið um heimild at taka gjøld frá ferðafólkum fyri at verða kannað fyri koronu, hóast Landsstýrið hevur vitað, at eingin heimild er til at taka krevja gjald frá fólki fyri at verða kannað fyri koronu.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur heldur ikki fingið hægri játtan, hóast talið á kanningum er fleirfaldað.

Kristina Háfoss vísir eisini á, at tað eru ymsar meiningar um tað, at landsstýrið ikki hevur kravt, at kanna ferðafólk tvær ferðir.

Hon sigur, at Landsstýrið hevur eisini frásagt sær rættin til vit vit sjálvi taka avgerð um, hvørji lond vit latað markið upp fyri, alt eftir hvussu hart tey eru rakt av koronu, og hvørji lond, vit sjálvi kunnu ferðast til.