Vil selja burtur av oljurisa sum er verdur 11.375 milliardir krónur

Heimsins størsta oljufelag verður helst skrásett á virðisbrævamarknaði í næstum. Í fjør tjenti felagið meira enn Apple, Exxon og Alphabet, sum eigur Google og YouTube, tilsamans.

Myndugleikarnir í Saudi-arabia hava umsíðir góðkent, at heimsins størsta oljfela, almenna felagið Aramco, skal kunna skrásetasat á virðisbrævamarknaðinum.

Tað upplýsa myndugleikarnir í eini almennari fráboðan.

Harvið er Aramco eitt stig nærri skrásetingini, sum væntandi fer at sláa øll met á virðisbrævamarknaðunum.

Sambært saudisku sjónvarpsstøðini al-Arabiya upplýsa dulnevndar keldur, at prospektið til partabrøvini í oljufelagnum verður lagt fram um eina viku.

Ein skráseting av Aramco á virðisbrævamaknaði hevur verið í umbúnað síðani 2017 og er fleiri ferðir út sett.

##med2##

Tað hevur millum annað verið tí, at krúnprinsurin í Saudi-Arabia, Mohammed bin Salman, hevur verið ónøgdur við metingina av virðinum á felagnum.

Hann hevur áður hildið uppá, at felagið var vert 2000 milliardir dollarar. Ein prísur, sum svarar til umleið 13.380 milliardir ella 13.380.000.000.000 krónur.

Hesum hava amerikonsk og bretsk fíggjarhús ikki verið samd í. Tí verða partabrøvini í Aramco nú í fyrstu syfti bert sett til sølu á virðisbrævamarknaðinum í Saudi-Arabia.

Sambært Bloomberg er krúnprinsurin tó gingin við til at selja partabrøvini fyri ein prís, sum svarar til eitt marknaðarvirði fyri alt felagið upp á umleið 1700 milliardir dollarar – svarandi til 11.375 millardir krónur.

Tað verður tó bert ein evarska lítil partur av felagnum, sum verður settur til sølu. Í fyrsta umfari verður tað sambært tíðindastovuni AFP bara tvey prosent, sum verða sett til sølu á saudiska virðsbrævamarknaðinum Tadawul.

Seinni skulu trý prosent afturat seljast á einum útlendskum marknaði. Tað er ikkia avgjørt hvørjum, skrivar AFP.

Aramco fer helst at seta seg tungt ovast á fíggjarmarknaðunum.

Felagið, sum smbært Bloomberg stendur fyri tíggju prosentum av heimsins oljuframleiðslu, vinnur nógvar pengar úr svarta gullinum.

Sambært Bloomberg tjente Aramco í fjør meira enn Apple, Exxon og Alphabet, sum eigur Google og YouTube, tilsamans.

 

/ritzau/

Mohammed bin Salman krúnprinsur í Saudi Arabia