Vilja ala heimsins "grønasta" laks

Hetta skal gerast á landi - við streymi frá vindorkuverki og heitum vatni og súrevni frá einari vetnisverksmiðju.

 

Myndina eigur Berlevåg kommuna. Tað er her, at Barents Salmon ætlar at byrggja sína landalistøð.

Myndina eigur Berlevåg kommuna. Tað er her, at Barents Salmon ætlar at byrggja sína landalistøð.

 

Barents Salmon hevur sett sær fyri at framleiða heimsins mest umhvørvisliga laks í Berlevåg kommunu í Finnmørkini, og hetta skal alifelagið gera uppi á landi í Berlevåg.

Sambært tíðindaskrivi, sum eisini verður endurgivið í iLaks.no, hevur felagið gjørt eina avtalu við Berlevåg kommunu og Varanger Kraft í samband við verkætlanina at byggja eina landalistøð á økinum við Berlevåg Industripark.

Í samband við tíðindaskrivið, verður víst til tveir persónar, annar er Greger Mannsverk, og hin er Torbjørn Gjelsvik. Greger Mannsverk er leiðari í Barents Salmon og rekur Kimek í Kirkenes.

Torbjørn Gjelsvik er advokatur og stýrislimur í Barents Salmon, og hann umboðar eisini eitt nú Blom Fiskeoppdrett, Smir og Troika Seafood, sum feløgini kallast.

Í tíðindaskrivinum siga Barents Salmon, at tey fara at kunna framleiða "heimsins mest umhvørvisliga laks". Hetta verður gjørt við at brúka streym frá vindorkuverkinum í Raggovidda - og heitt vatn og súrevni frá ætlaðu vetnisverksmiðjuni, sum skal byggjast í Berlevåg.

- Laksurin verður framleiddur á landi í Berlevåg og fer tískil í minst møguligan mun at ávirka umhvørvið, siga persónarnir aftan fyri Barents Salmon, sum nú fara at søkja um loyvi at ala laks á landi.

At enda siga teir, sum umboða Barents Salmon, at endaliga íløguætlanin verður løgd, tá feløgini aftan fyri vetnisverksmiðjuna eru komin undir land, og tá alifelagið hevur fingið tillutað loyvi at byggja landalistøðina.

 

 

Myndina eigur Berlevåg kommuna. Tað er her, at Barents Salmon ætlar at byrggja sína landalistøð.