Vilja endurnýta fiskakassar

Royal Greenland er farið í samstarv við pólska fyritøku, ið letur grønlendingum kør, sum kunnu endurstoypast.

Myndina eigur Royal Greenland

Myndina eigur Royal Greenland

 

Royal Greenland ynskir, at fiskakassar og fiskakør, sum eru gjørd úr plasti, skulu endurnýtast. Fyritøkan hevur tilsamans 36 virkir í Grønlandi, og á hvørjum einstøkum virki brúka tey fiskakør, sum eru upp í 1000 litrar stór.

Hesi verða brúkt til fiskaflutning á bryggjuni og til framleiðslulinjurnar á virkjunum.

Tað veit Sermitsiaq at siga.

Higartil eru stóru fiskakørini gjørd úr polyetylen við kjarnum úr polyuretanskúmi, sum gevur eina góða bjálving. Hesi kør kunnu ikki endurnýtast, tá tey eru slitin, og tí verða kørini nú skift.

Royal Greenland er farið í samstarv við eina pólska fyritøku, har póllendingar veita felagnum í Grønlandi nýggj kør, sum kunnu endurnýtast. So hvøt, sum tey nýggju kørini koma, verða tey gomlu skift út.

- Nýggju kørini kunnu bæði umvælast og umstoypast til nýggj kør, siga tey hjá Royal Greenland við Sermitsiaq.

Myndina eigur Royal Greenland