Vilja hava 35 tíma arbeiðsviku

Mynd: Føroya Pedagogfelag

Mynd: Føroya Pedagogfelag


Føroya Pedagogfelag heitir í tíðindaskrivi á komandi løgting um at raðfesta námsfrøðiliga virkisøkið og sosialpedagogiska økið. 

Føroya Pedagogfelag vil millum annað hava, at minstamark er av starvsfólkatímum á stovnum sum vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum.

Eisini hava tey ynski um, at arbeiðsvikan verður stytt til 35 tímar, millum annað tí eftirlønaraldurin er hækkaður. Við eini 35 tíma arbeiðsviku orka fleiri at arbeiða alt arbeiðslívið, sigur Føroya Pedagogfelag.

 

 

Mynd: Føroya Pedagogfelag