Vinstraháborg tekur stuðulin frá Løkke og Jensen

Tørvur er á nýggjari leiðslu í danska Vinstraflokkinum. Tað er niðurstøðan hjá kommunuformonnum í Vinstra í Region Midtjylland.

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra, og Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra (Ritzau Scanpix)

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra, og Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra (Ritzau Scanpix)

Tað skrivar Jyllands-Posten.

Tørvur er á einum nýggjum formanni – og einum nýggjum næstformanni.

Tað var niðurstøðan, tá kommunuformenn í Region Midtjylland umboðandi Vintstraflokkin, í kvøld hittust á fundi í Pårup Kro í Engesvang fyri at kjakast um støðuna í flokkinum.

Seinastu dagarnar eru lokalar kreftir í Vinstra í bæði Norðurjyllandi og Suðurdanmark komnar til líknandi niðurstøðu, men mong høvdu bíðað við stórum spenningi, tá talan her var um eina klassiska Vinstra-háborg við stórari ávirkan á flokkin.

So seint sum í gjár almannakunngjørdi Lars Løkke Rasmussen eina video, har hann boðaði frá, at hann ætlar sær at halda fram sum floksformaður, og at hann ætlar at framskunda landsfundin hjá Vinstra – sum eftir ætlan skuldi verið í november – so greiða sum skjótast kann fáast á persónsviðurskiftinum í flokkinum.

Hendan video fekk fleiri av fólkatingskandidatunum hjá Vinstra – teirra millum Jakob Ellemann-Jensen – at vísa sín stuðul til at Lars Løkke Rasmussen kann halda fram.

Í Miðjyllandi er stuðul til at framskunda landsfundin – men ikki fyri at stuðla Lars Løkke Rasmussen sum formanni, siga fleiri av luttakarunum á fundinum í kvøld við Jyllands-Posten. Heldur ikki næstformaðurin, Kristian Jensen, sum er úr Herning, hevur stuðul frá miðjydunum at halda fram í leiðslu floksins.

Eingin hevur enn bjóðað seg fram sum formansvalevni, »men nógv góð fólk eru í Vinstra«, siga fleiri av fundarluttakarunum.

Á fundinum varð avgjørt, at regiónsformaðurin í Miðjyllandi, Jens Nicolai Vejlgaard, skjótt skal kunna leiðsluna í Vinstra um avgerðina.

jyllands-posten.dk/indland/ECE11575833/vkerneland-traekker-taeppet-vaek-under-loekke-og-jensen

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra, og Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra (Ritzau Scanpix)