Virusraktur dani: Óveruligt at verða innstongdur í tvær vikur

Starvsfólkið hjá TV2, sum er smittað við coronavirus, hevur tað sambært Facebook-uppslag gott, men er skakkur.

Jakob Tage Ramlyng, sum er redaktørur á TV2 News, sum er á Teglholmen í Keypmannahavn, sigur, at hann hevur tað gott, sjálvt um hann er fyrsti dani, sum hevur fingið staðfest smittuna við coronavirus. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Eftir skíðferð í Norðuritalia við familju síni fór TV2 starvsfmaðurin Jakob Tage Ramlyng at hosta og fekk fepur.

Hósnóttina fekk hann upplýst, at hann var smittaður við coronavirus sum tann fyrsti tilburðurin í Danmark.

Boðini fekk hann eitt sindur eftir klokkan 2:15 á Roskilde Sygehus. Tá gjørdist hann skakkur, sigur hann á Facebook sambært TV2.

– Vit eru sjálvandi skakað av, at tað, vit hildu var næstan ómøgjuligt, nú er okkara veruleiki, skrivar Jakob Tage Ramlyng, sum í heimakarantenu.

Jakaob Tage Ramlyng sigur á Facebook, at hann er »ved godt mod«, sjálvt um hann er troyttur, hevur ilt í hálsinum og hostar.

– Tað verður púra óveruligt at skula vera innistongur í tvær vikur, men vit royna at fáa tað besta burturúr, skrivar hann.

Í Evropa hevur serliga norðrari partur av Italia verið raktur sera smittandi virusinum.

Her var hann í síðstu viku saman við familjuni.

Konan hansara og sonurin eru bæði kannað negativ. Hin sonurin hjá Jakob Tage Ramlyng hevur havt sjúkueyðkenni og er ikki kannaðu enn.

Mánadagin var hann aftur í Danmark, og fyrrapartin í gjár fekk hann fyrstu sjúkueyðkennini, sigur hann.

Hann náddi akkurát til arbeiðis á TV2, og tí fara heilsumyndugleikarnir at vitja arbeiðsplássið í dag.

Fyrst fekk Jakob Tage Ramlyng, sum er redaktørur á TV2 News, at vita, at hann skuldi síggja tað sum ein vanligan virus.

– Vit hava – síðani vit komu heim – fylgt ávísingunum frá læknum okkara, og til í gjár var ráðið, at vit skuldu taka hetta sum ein vanligan virus. Tá vit kendu okkumm røsk til tað, skuldu vit fara í skúla og til arbeiðis sum vanligt, skrivar hann á Facebook.

Nú er greitt, at hann viðegnum orðum er »sjúklingur 0«.

Heilsustýrið metir enn, at vandin fyri útbreiðslu av smittuni í Danmark er lágur.

Kring heimin eru fleiri enn 82.000 fólk smittað við coronavirusinum, meðan yvir 32.000 eru vorðin frísk aftur.

Álvarsligar sjúkru eftir coronavirus eru serliga vandamiklar fyri eldri fólk og veik fólk.

/ritzau/