Vit eru ov vaksin til at súkkla við stuðulshjólum

 

Vit eiga at gerast sjálvstøðug ongantíð ov skjótt.

Fleiri orsøkir eru til tað. Fyrst og fremst hevur tað týdning, at tað er samanhangur millum heimild og ábyrgd, at vit standa fult og heilt til svars fyri tær avgerðir vit taka. Fyri tað næsta, at vit sleppa at luttaka í teimum samstørvum vit vilja, og sum vit meta eru gagnlig fyri at menna føroysku tjóðina enn meira.

Ta myndina eg havi av føroysku ríkisrættarligu støðuni í dag er eitt vaksið fólk, sum súkklar á eini súkklu við stuðulshjólum. Gott nokk kemur súkklan fram, men kemur ov nógv ferð á og eitt knapt sving er fyri framman, so koppa vit á súkkluni ella koyra útav og fallið er tungt. So kemur mamman og reisir okkum aftur og vit sleppa aftur at súkkla, hesaferð umframt stuðulshjól eisini við mammuni, sum stuðlar okkum við eini stong. Hetta inntil vit so líðandi aftur sleppa at súkkla, men framvegis við stuðulshjólum.

Vit eru ov vaksin og dugnalig til framvegis, at hava stuðulshjól. Út yvir at støðan er óvirðilig, so er hetta ein forðing fyri, at vit kunnu menna okkum og smidliga passa ferðina til mót- og undanbrekkur og leggja upp fyri teimum svingum, sum eru á leiðini.

At verða sjálvstøðug er ein fortreyt fyri, at vit kunnu vera við sum javnbjóðis partur í altjóða samstørvum. Sum støðan er nú eru stórar avmarkingar, tá talan er um altjóða limaskap og samstarv so sum í ítrótti, fiskivinnu og mentan.

Tjóðveldi vil tí undir eina skipaða demokratiska tilgongd fram móti føroyskum sjálvbjargni. Hetta gera vit við at yvirtaka seinastu málini, gerast búskaparliga sjálvberandi, samráðast við Danmark um fullveldissáttmála, leggja hendan sáttmálan út til fólkaatkvøðu og samtykkja okkara egnu stjórnarskipan eisini á fólkaatkvøðu.

 

Gott val!

 

Jóanis Erik Køtlum, valevni hjá Tjóðveldi