Vit hava eisini brúk fyri alment løntum

 

Tað líkist ongum, at tað alla tíð verður lagt eftir alment løntum starvsfólkum. Vit skulu byggja eitt samfelag, ikki bróta tað niður. Vit hava brúk fyri bæði privat og alment løntum starvsfólkum.

 

Hvønn dag fara fólk til arbeiðis at hjálpa øðrum, so børn og vaksin hava tað gott og trygt.

 

Almen lønt gera onki til nyttu, siga nógvir flokkar. Men er tað nú so?

 

Hugsa tit um, at frá tí at vit verða borin í heim eru alment lønt rundan um okkum?

 

Ljósmøður, pedagogar og lærarar eru við, tá vit eru børn og hálvvaksin.

 

Sjúkrasystrar og onnur, eru við, tá vit gerast sjúk.

 

Heilsurøktarar og heilsuhjálparar eru við, tá vit gerast eldri og óhjálpin.

 

Vaskikonur eru við alla staðni, tí annars verða skúlar, stovnar, sjúkrahús, røktar - og ellisheim stongd.

 

So latið vera við at tosa ringt um alment lønt starvsfólk. Teirra starv ger eisini mun.

 

Vit hava tørv á bæði privatum og almennum starvsfólkum.

 

Fólk, sum fara til arbeiðis hvønn dag, sama um tað eru privat ella alment, eiga at verða vird av politikarum.

 

Beinta Løwe

valevni fyri Tjóðveldi, Listi E.