Vit høvdu møguleikarnar

Noreg vann 2-0 móti Føroyum á Tórsvølli og Lars Lagerback heldur tað var rættvíst

Norski landsliðsvenjarin heldur, at tað var rættvíst at Noreg vann 2-0.

– Vit høvdu fleiri møguleikar, so eg haldi tað var rættvíst, tá ið samanum kom, sigur landsliðsvenjarin.

Hann segði tó eisini, at tað var torført at sleppa ígjøgnum føroysku verjuna.

– Lars Olsen hevur gjørt eitt megnararbeiði við føroyska landsliðnum. Ljðið er væl skipað og stendur væl á vøllinum alla tíðina, so tað er torført at bróta føroyska liðið niður, sigur hann.

Hann fanst eitt sindur at boksspælinum hjá hansara egnu leikarum í føroysku boksini, men samstundis nevndi hann enn einaferð, hvussu væl skipað føroyska liðið var.