Vit mugu fáa eina vón um at yvirliva

Landsstýrið má hyggja longri fram í tíðina

Ein vinna,sum er serliga hart rakt, er matstovuvinnan. Savnsmynd

Ein vinna,sum er serliga hart rakt, er matstovuvinnan. Savnsmynd

Tað hevur skund, at politikarar hyggja longur fram í tíðina, soleiðis at vit eisini hava ein ætlan fyri hvussu vit fáa gongd aftur á samfelagið, tá ið tiltøkini ímóti korona verða tikin av.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og tey halda, at alt bendir á, at tey tiltøk, myndugleikarnir hava sett í verk fyri at bara korona, hava eydnast væl.

– Men avleiðingin er eisini, at virksemið í einum stórum parti av samfelagnum, er minkað niður í lítið og einki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tískil myndugleikunum til at fara undir korona-tilbúgving nummar tvey. Endamálið við tilbúgving nummar tvey skal vera at forða fyri, at avleiðingarnar verða ov ógvusligar fyri føroyska samfelagið, og at vinnan sleppur sum best burtur úr koronakreppuni.

– Uppgávan verður at fáa yvirlit yvir støðuna, at finna fram til og at fáa greiði á, hvørjar fyritøkur hava brúk fyri bráðfeingis hjálp, tí tær hava verið noyddar at leggja virksemið niður undir korona­undan­taksstøðuni.

Og endamálið verður eisini at leggja eina ætlan fyri, hvussu samfelagshjólini kunnu koma upp aftur í ferð, tá ið føroyska samfelagið, stigvíst, verður latið upp aftur.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at fleiri privatar fyritøkur eru longu komnar illa fyri, tí tær hava tikið samfelagsábyrgd og hava lukkað fyri at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

Og felagið heldur, at nú eiga tær ikki at verða slept upp á fjall nú.

– Tær eiga at fáa eina vón um at yvirliva, tá ið koronakreppan hæsar av, og vanligi gerandisdagurin byrjar aftur.

– Tí má eitt yvirlit fáast yvir støðuna beinanvegin, soleiðis at rætti heilivágurin kann gevast teimum fyritøkum, ið eru serliga illa fyri av koronakreppuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at myndugleikarnir hava boðað frá, at ein hjálparpakki er á veg, sum serliga vendir sær til hesar fyritøkurnar

Men felagið sigur, at samstundis hevur tað skund, at hyggja longur fram í tíðina, soleiðis at vit eisini hava ein ætlan fyri, hvussu samfelaghjólini fáast upp aftur í ferð, tá ið samfelagið fer at lata uppaftur.

– At fáa føroyska samfelagið at hóra undan koronakreppuni og koma í gongd aftur, verður eitt felags átak fyri alt tað føroyska samfelgið, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Ein vinna,sum er serliga hart rakt, er matstovuvinnan. Savnsmynd