– Vit mugu hava eina varandi loysn

– Um vit vilja vera klár til næstu bylgjuna við korona í heyst, er tað púra burtur við í mínari verð at gera eina app-loysn til bara korona, sigur Torben Nielsen, KT-serkønur

Torben Nielsen

Torben Nielsen

Í Degi & Viku í gjár fortaldi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, at mann nú umhugsar at brúka eina íslendska korona-app í Føroyum sum partur av tilbúgvingini og fyribyrgingini móti covid-19. Talan er um eina skipan, sum kann spora og finna fram til teir persónar, mann hevur verið í sambandi við í seinastuni, soleiðis at mann kann hava eitt greitt yvirlit av smittuni. 

KT-serkøni Torben Nielsen er skeptiskur um hesa ætlan.

– Mær dámar hugskotið væl, og tað gleðir meg at hoyra, at mann arbeiðir við einari tøkniligari loysn fyri Føroyar. Men hetta er for spesifikt og er ikki tað, sum tænir Føroyum langsiktað. At brúka orku uppá eina sporing-skipan sær kanska lætt út í løtuni, tí at spora er ikki so umfatandi, tað er í roynd og veru øgiliga lætt. Men vit kunnu gera eina varandi loysn, sum er nógv betri, fyri somu pengar, sigur Torben Nielsen og vísir á, at tað ikki er vist, at tað besta er at innflyta eina útlendska loysn.

Torben Nielsen, sum eigur og rekur Alarm.fo, heldur, at mann eigur at umhugsa eina app fyri alla tilbúgvingina - og ikki bara koronavirus. Tað vil siga eina app, sum gevur greið boð um vanlukkur og bráðfeingis hendingar, soleiðis at mann hevur alt tílíkt á sama stað.

– Vit skulu síggja tilbúgving sum eina størri heild, sigur hann.

– Um vit vilja vera klár til næstu bylgjuna við korona í heyst, er tað púra burtur við í mínari verð at gera eina app-loysn til bara korona. So skal mann heldur gera eina ítøkiliga loysn til alla tilbúgvingina í Føroyum. Avbjóðingin er tann sama, sigur Torben Nielsen. 

Torben Nielsen