Vit mugu ikki bara hugsa um heilsuna hjá fólki

Korona er ikki bara ein spurningur um lív og heilsu og tí mugu vit læra okkum at liva við korona, sigur Arbeiðsgevarafelagið

 

 

Skal føroyska korna – ætlanin vera haldfør í longdini, mugu vit eisini hugsa um búskapin og um vinnulívið. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Tey staðfesta, at í fyrstuni tá ið korona-kreppan rakti Føroyar, vóru tað bara tey heilsufakligu atlitini, sum vóru avgerandi fyri, hvørji tiltøk vórðu settu í verk.

– Hetta var púra náttúrligt, tí vit vistu ikki nóg mikið um hesa nýggju umfarssótt. Tað snúði seg um at avmarka smittuna fyri ein hvønn prís. Og tað hevur riggað so mikið væl, at smittan nú er niðurbard í Føroyum, siga arbeiðsgevararnir.

Tey siga, at ein ætlan um at lata samfelagið upp aftur í smáum, kann vera gagnlig í fyrstu syftu, men tað gongur ikki í longdini.

Í longdini mugu heilsufaklig atlit setast upp ímóti øðrum búskapinum og ímóti lívsinnihaldinum, og øðrum bleytari virðum hjá fólki.

Í Arbeiðsgevarafelagnum hava tey ilt við at skilja, at tað gongur seinni at lata føroyska samfelagið upp aftur enn í fleiri av okkara grannalondum, har støðan er verri enn hjá okkum.

Tey halda, at tað kann bara vera tí at framvegis eru tey heilsufakligu tilmælini, sum størsti dentur verður lagdur á.

 – Tá ið vit skulu taka politiska avgerðir, verða ymisk viðurskifti sett upp ímóti hvørjum øðrum fyri at kunna taka eina góða avgerð.

– Tá ið vit skulu samtykkja eina fíggjarlóg, hugsa vit ikki einans um at bjarga so nógvum mannalívum sum gjørligt, vit hugsa eisini um hvussu okkara samfelag sum heild skal virka og mennast.

 – Á sama hátt mugu vit laga okkara smittuverjutiltøk eftir, hvussu nógv vit fáa fyri pengarnar í hvørjum einstøkum føri.

– Hetta er orsøkin til, at Noreg, Finnland, Danmark, og onnur lond, hava sett arbeiðsbólkar at rokna út, hvørji smittuforðandi tiltøk eru tey effektivastu fyri tann kostnað, tey hava fyri samfelagið.

 – Tá ið vit í Føroyum ikki gera tað, kann tað vera torført at skilja raðfestingarnar í sambandi við at samfelagið letur upp aftur, stig fyri stig.

– Tað er ringt at skilja, at, at ítrótturin varð latin upp aftur áðrenn tannlæknar, hárfríðkarar, optikarar, fysioterapeutar, og onnur, kundu lata upp.

Arbeiðsgevarar minna á, at búskapur snýr seg ikki bara um virkiseigarar og íleggjarar. Tað snýr seg eisini um tað, at fólk hava eitt starv og eina inntøku. Ein mist inntøka kann í ringasta føri hava við sær, at fólk mugu fara frá húsi og heimi og kanska eisini flyta av landinum.

– Búskapurin er eisini grundarlag undir heilsuverkinum, almannaverkinum, og øðrum grundleggjandi vælferðartænastum.

 – Tí er tað ein moralsk skylda hjá teimum politikarum, sum skulu leiða okkum ígjøgnum hesa støðuna, at teir ikki bara hugsa um tað heilsufakliga.

Korona er ein álvarssom sjúka, men arbeiðsgevarar siga, at vit eru noydd til at viðgera spurningin um, hvussu vit seta tað heilsufakliga upp ímóti øðrum viðurskiftum. 

Í Føroyum mugu vit gera okkum greitt, at tað finnast onnur atlit, sum mugu verða avgerandi fyri, hvørji tiltøk vit seta í verk, og í hvørjari raðfylgju vit gera tað – og hvussu skjótt vit gera tað.

Tað fer at taka tíð at menna eitt koppsetingarevni, kanska hálvtannað til tvey ár. Og í ringasta føri finna vit einki koppsetingarevni yvirhøvur.

– Men undir øllum umstøðum mugu vit í Føroyum fáa greiði á, hvussu vit skulu liva saman við korona, so at lagnan hjá føroyska samfelagnum ikki verður tann, at viðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði, siga arbeiðsgevararnir.

 – Vit mugu viðgera, hvussu vit best kunnu tryggja, at vandin fyri korona stendur mát við kostnaðin, ið tiltøkini kosta samfelagnum.

– Hetta gera vit best við at tryggja, at teir arbeiðsbólkarnir, sum landsstýrið stuðlar seg til, eru væl umboðaðir, og at teir eisini hava vitan um búskap og vinnulív, sigur Arbeiðagevarafelagið.