Vit mugu læra okkum at vit liva í óvanligum tíðum

Løgmaður vónar at málið verður avgreitt í hesi vikuni

 

 

Tað sær út til, at tað fer at bera til at samtykkja ein nýggjan hjálparpakka til vinnulívið hesa vikuna.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpsstøðuna FM1.

Hann sigur, at endamálið við hesum hjálparpakkanum er at hjálpa smærri fyritøkum, sum hava mist mest sum alla inntøkuna í hesi koronakreppuni.

– Tær skulu eisin vera til, tá ið koronakreppan er av, sigur hann.

Men løgmaður sigur, at tað stendur eisini til borgarar at gera av, hvussu vit koma ígjøgnum kreppuna.

– Tað hevur stóran týdning, at fólk læra seg at liva við kreppuni, verður tað kanska skjótari at koma ígjøgnum hana, sigur løgmaður

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hví hann heldur, at atferðin hjá borgarum verður avgerðandi fyri, hvat ger at henda