Vit skulu taka okkum av øllum í Føroyum

At hoyra Fólkaflokkin tosa um, at tey vilja nýta fólkatingssessin til at leita eftir føroyingum, ið eru fluttir til Danmarkar, tí tey ikki fáa hjálp í Føroyum, ljóðar margháttligt í mínum oyrum. Vit skulu taka okkum av øllum borgarum, eisini teimum við serligum tørvi, í Føroyum.

Vit eru eitt lítið land og tað koma, uttan iva, altíð at verða nøkur, ið av ymiskum orsøkum velja at flyta av landinum. 

Vit skulu syrgja fyri okkara borgarum her í Føroyum, og tað hava vit sum samgonga arbeitt miðvíst við alt samgonguskeiðið. Vit hava økt um játtanina til tænastur á almannaøkinum við 72 milliónum frá 2015 til 2018, og vit hava útvegað fleiri tilboð, millum annað :

- 120 fleiri borgarar fáa tænastur frá trivnaðardeplinum (ein øking á 23%)

- 20 nýggj umlættingarpláss 

- 60 fleiri, ið fáa stuðulstænastu og

- 80 nýggj bústaðarpláss

Hóast tað er langt eftir á mál, náa vit bert málinum við at arbeiða miðvíst heima í Føroyum.

Eg eri vís í, at so hvørt sum tilboðini økjast í Føroyum, so vilja tey, ið ynskja at koma heim, gera tað. 

Tí er tað her heima, at vit skulu leggja alla orku í, so allir føroyingar, ið ynskja tað, kunnu liva eitt gott og innihaldsríkt lív í egnum landi.

 

Eyðgunn Samuelsen, valevni til fólkatingsvali

 

 

 

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }@font-face { font-family: "Times"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }