Vit vísa børnunum virðing við at vísa fakinum virðing

Sum mamma og útbúgvin námsfrøðingur meini eg, at tað er neyðugt at gera politiskar raðfestingar, ið betra um umstøðurnar hjá børnunum.

Tá eg fari við mínum børnum í barnagarð, hevur tað týdning fyri meg at vita, at tað eru kærleiksfull  eygu, ið síggja míni børn. Heitar hendur, ið hjálpa teimum við tí, tey ikki megna. Lurtandi oyru at hoyra teirra søgur, upplivingar og kenslur. Vinarligir munnar at siga teimum, hvat er rætt og skeivt, siga frá søgum, syngja og flenna saman við teimum. Heitir armar at klemma og halda um tey, tá tey eru dottin, kenna seg uttan fyri, eru kedd ella stúrin. Gløgg høvd, ið duga at siga frá, um tey hava avbjóðingar, ikki trívist ella eru seinkað í menningini. Og allar hinar mongu týðandi uppgávurnar, ið námsfrøðingar og hjálparfólk takast við hvønn dag á dagstovnaøkinum. 

Vit vita, hvussu umráðandi tey fyrstu árini eru fyri menningina hjá barninum, og hvussu avgerandi tey eru fyri, hvussu tey koma at klára seg víðari í lívinum. Tað, ið verður lagt í tað einstaka barnið hesi árini, er avgerandi fyri framtíðini hjá barninum. Tí tað er serliga í barnaárunum og harvið á dagstovnaøkinum, at grundarlagið fyri menniskjanum verður lagt. Tað er serliga tey fyrstu árini, at barnið lærir at hava álit ella misálit á sær sjálvum og øðrum. Barnið lærir at liva seg inn í og at hava samhuga við øðrum menniskjum. Barnið lærir at skapa og varðveita vinaløg, at samskifta við onnur o.s.fr. Alt hetta eru grundleggjandi førleikar, ið barnið skal duga og brúka ígjøgnum alt lívið.

Vit eiga sum samfelag at vísa børnunum virðing. Og tað gera vit við at vísa fakinum, námsfrøðingunum og hjálparfólkunum virðing. Vit eiga at áseta eitt minstamark av vaksnum, sum eru um hvørt barn á dagstovnaøkinum. Vit eiga at endurskoða útbúgvingina til námsfrøðingar, gera hana meira smidliga, og taka tveir flokkar inn um árið, til tørvurin er nøktaður. Vit eiga at seta eitt landstýrisfólk í barnamálum og harvið fáa eitt ráð,  ið veitir skeið, vegleiðing og áhaldandi arbeiðir fyri at hækka fakliga støðið hjá teimum, ið eru um børnini.

Børnini eru framtíðin og tað dýrabærasta vit eiga. Latið okkum sum samfelag lyfta í felag, og gera Føroyar til eitt enn betri land fyri okkara børn.

Sunneva Mohr, valevni fyri javnaðarflokkinum