Vitjar á Bakkafrost og Koks og so heimaftur

Eftir kjakfundin í Havn fór Lars Løkke Rasmussen umborð á Hans á Bakka á Vestaru Bryggju í Havn, sum sigldi hann inn á Glyvrar, har hann skal vitja á virkinum hjá Bakkafrost.

Nógv donsk fjølmiðlafólk fylgja forsætisráðharranum í Føroyum (Mynd: Álvur Haraldsen)

Nógv donsk fjølmiðlafólk fylgja forsætisráðharranum í Føroyum (Mynd: Álvur Haraldsen)

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost tók ímóti honum og fylgdi hon á ferðina. Vitjanin á Bakkafrost endar klokkan 17:30.

Dagurin endar við ein samrøðu á matstovuni Koks frammi við Gjónna um møguleikarnar hjá ferðavinnuni í Føroyum. Tann vitjanin verður millum klokkan 18:15 og 19:15.

Síðani er vitjanin hjá forætisráðharranum í Føroyum av, og hann fer aftur til Danmarkar at stríðast víðari.

Hann hevur nógv at stríðast fyri, um hann skal røkka sínum størsta ynski, sum er at halda fram sum forsætisráðharri eftir valið. Seinasta veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR, vísi, at reyði vongur við Mette Frederiksen á odda fær 91 tingsessir og at blái vongur hjá Lars Løkke Rasmussen fær 75 tingsessir. Umframt flokkarnar í reyða og bláa vongi verða roknaðir flokkarnir Alternativet, sum fær 5 sessir, og Stram Kurs, sum fær 4 sessir.

Nógv donsk fjølmiðlafólk fylgja forsætisráðharranum í Føroyum (Mynd: Álvur Haraldsen)