Volkswagen er nú aftur nummar eitt í Føroyum

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár lá Volkswagen fremst í kappingini um at vera mest seldi bilur í Føroyum. Men í mai var øðrvís, tí tá gjørdi Nissan eitt ordans hál við at sleja 64 nýggjar bilar.

Tað merkir, at Nissan var nógv mest seldi bilur í maimánaði – og at hann samstundis var mest seldi bilur í Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar í ár.

Men nú er støðan broytt aftur. Volkswagen er aftur nummar eitt.

##med2##

Talvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilasløgini í juni mánaði:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

34

TOYOTA

26

FORD

20

PEUGEOT

18

MITSUBISHI

16

RENAULT

16

BRENDERUP

15

CITROEN

14

NISSAN

13

OPEL

12

Talvan vísir mest seldu bilasløgini higartil í ár:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

198

NISSAN

187

TOYOTA

167

RENAULT

154

FORD

146

VOLVO

75

MITSUBISHI

72

SUZUKI

68

CITROEN

66

MERCEDES-BENZ

63