Volvo fer bara at framleiða elbilar frá 2030

– Tað er í framtíðini eingin framtíð fyri bilar við brennievismotori – heldur ikki hybridbilum, sigur Henrik Green, sum er tekniskur stjóri hjá Volvo

 

 

Volvoverksmiðjan, sum kinesarar eiga, fer frá 2030 bara at framleiða el-bilar. Øll snið við brennievnismotorum – eisini hybridbilar – verða tá ikki framleiddir, sigur svenska bilvermsmiðjan.

Volvo fer harvið royna at vinna sær ein munandi part av marknaðinum fyri el-bilar, sum er skjótast vaksandi parturin av bilasøluni í alheims høpi.

– Tað verður eingin framtíð fyri bilar við brennievnismotori, sigur Henrik Green sum er stjóri fyri teknisku deildina hjá Volvo.

Málið 2030 er sett við støði í nógv vaksandi eftirspurninginum eftir el-bilum seinastu árini, eins og eini greiðari sannføring um, at marknaðurin fyri bilar við brennievismotorum minkar, verður sagt í fráboðan frá hægsta stjóranum hjá Volvo, Håkan Samuelsson.

Í fjør kom Volvo á marknaðin við XC40 Recharge, sum var fyrsti el-bilurin hjá framleiðaranum. Eitt heilt nýtt snið skuldi koma í gjár.

Í 2025 skal helmingurin av bilasøluni hjá Volvo í heiminum vera fult elektriskir bilar, meðan restin skal vera hybridbilar.

– Vit kunnu staðfesta, at tey alsamt eru fleiri, sum vilja hava elbilar, og eg eri sannførdur um, at tað fer at ganga enn skjótari, sigur Håkan Samuelsson.

Volvo Cars hevur ætlanir um at fokusera meira upp á online sølu.

Tað stóra kinesiska felagið Zhejiang Geely Holding Group, sum hevur støð í Kina, tók yvir svensku bilverksmiðjuna í 2010 frá amerikanska Ford.

Volvo Cars er langt frá einasti bilframleiðari, sum er farin í gongd við eitt systemskifti.

Amerikanski el-bilaframleiðarin Tesla hevur havt stóra framgongd seinastu árini, og fleiri aðrir framleiðarar hava fylgt kjalarvørrinum hjá Tesla.

Volkswagen eru komnir við fleiri el-bilum, og fyri tveimum vikum síðani boðaði amerikanska Ford frá, at tey gera íløgur upp á 6,2 milliardir krónur í eina verksmiðju í Köln, tí tey ætla bara at selja el-bilar í Evropa frá 2030.

/ritzau/TT