Von der Leyen fekk greiðan meiriluta til ES nevndina

Ein meiriluti í ES tinginum hevur slóðað fyri, at næsta ES nevndin kann taka við 1. desember.

Ursula von der Leyen hevur í dag fingið grønt ljóðs frá ES-tinginum.

Komandi forkvinnan í ES nevndini og teir 26 kommiserarnir kunnu fara til arbeiðis 1. desember – ein mánað fyrr enn ætlað.

Von der Leyen, sum skal standa á odda fyri ES-nevndini uttan bretskan lim, skuldi brúka vanligan meiriluta á atkvøðugreiðsluni í ES tinginum í Strasbourg.

Hon fekk ein ógvuliga greiðan meiriluta. 461 av limunum í ES tinginum atkøvddu fyri nevndini, meðan 157 atkvøddu ímóti. 89 greiddu ikki atkvøður.

Harvið eru stuðulin størri enn hjá undanmanninum, Jean-Claude Juncker. Hann fekk 423 atkvøður.

Tingfólkini atkvøddu um ES nevndina um middagsleitið, eftir at ES tingið allan fyrrapartin hevði kjakast um ætlanirnar hjá komandi ES nevndini. Fyrst helt Ursula von der Leyen eina setanarrøðu um sínar raðfestingar.

Tað var væntað, at von der Leyen vildi tryggja sær ein meiriluta, tá øll valevnini høvdu verið gjøgnum eina hoyringartilgongd, og nøkur valevni vórðu vald frá.

Áðrenn góðkenningina var hátíðarhaldið tó útsett eina álvarstund. Ein tingmaður reisti seg og bað øll minnast 13 falndar hermenn á Mali.

Men formaðurin í ES tinginum, David Sassoli, avvísti gloymska ella óvitandi tingfólkið við siga honum, at tingið í gjár hevði hildið ein minutt tøgn fyri teimum 13 fronsku hermonnunum.

Hereftir gjørdi Sassoli av kortini at minnast hermenninar enn einaferð. Men hann legði dent á, at tað var hann  – og eingin annar – sum stóð handan avgerðia um at minnast hermenninar.

Tíðin hjá Jean-Claude Junker endaði 31. oktober, og tað var ætlanin, at Ursula von der Leyen skuldi taka yvir 1. november.

Men tá hon manglaði eina undangóðkenning av fleiri av kommiserurnum í sambandi við hoyringartilgongdina í ES- tinginum, var hetta útsett.

Haruframt var leingi ivi um, hvat gerast skuldi við Bretland, sum ynskir at fara úr ES, men sum enn ikki hevur megnað at fremja tað í verki.

Tað stendur í ES-traktatini, at øll limalond skulu vera umboðað í ES nevndini. Men bretska stjórnin hevur avvíst at tilnevna valevni. Tað hava hini ES londini góðtikið.

Mánadagin góðkendu limalondini so listan við ES nevndarlimunum, sum er ein treyt fyri, at EStingið kann atkvøða um ES nevndina.

 

/ritzau/