Vóna at fáa fleiri landingar

Stórur eftirspurningur er eftir lodnu, nú eingin fiskiskapur hevur verið eftir hesum fiskaslagi seinastu tvey árini.

 

 

 

Farna vikuskiftið løgdu tvey norsk skip, Gerda Marie og Kvannøy, lodnu upp í Fuglafirði. Fyrra skipið hevði umleið 800 tons, og hitt seinna hevði umleið 370 tons. Lodnan er veidd í íslendskum sjógvi, har lodnufiskiskapurin nú er byrjaður.

Tað var uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði, sum keypti lodnuna. Fyrra skipið fekk heilt góðan prís, 15,10 norskar krónur fyri kilo, sum svarar til slakar 10,90 krónur í okkara peningi. Seinna skipið fekk stívliga eina krónu minni fyri kilo fyri sína lodnu.

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, vísir á, at øll lodnan fer til matna, og á virkinum í Fuglafirði verður hon skild og pakkað.

- Alt verður selt, sum heilur fiskur, har serliga hon-fiskarnir, ið bera rogn, fara til Asia, og hann-fiskarnir fara til Evropa og Asia. Umleið helmingurin fer til Asia, og hin helmingurin fer til Evropa. Ábendingarnar, vit hava frá keyparum, eru, at marknaðurin fyri lodnuni er góður.

Stjórin í Pelagos sigur seg vóna, at tað fer at eydnast virkinum at fáa fleiri lodnulandingar aftrat, bæði frá føroyskum og útlendskum skipum.

Tað er ikki á hvørjum ári, at lodna verður fiskað í íslendskum sjógvi, tí hetta avhongur av, hvat úrslit kanningarnar av stovninum geva, tá vertíðin nærkast.

- Soleiðis fingu vit onga lodnu í fjør og fyrraári. Í ár, nú føroysk skip ikki sluppu at fiska makrel í bretskum sjógvi í byrjanini av árinum, kemur lodnan væl við. Hesa tíðina í fjør høvdu vit keypt umleið 15.000 tons av makreli, sigur Jóhan Páll Joensen. 

Men, árið í ár hevur ikki verið soleiðis, sum undanfarnu árini.

- Higartil í ár hava vit so eisini heilfryst eini 5000 tons av svartkjafti, sum vit selja til Russlands og Afrika.

Jóhan Páll Joensen sigur seg vóna, at fleiri skip, sum eru og sum nú fara á lodnuveiði í íslendskum sjógvi, eisini leggja leiðina fram við í Fuglafirði.

Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur higartil eisini keypt onkra lodnulast, sum er veidd í íslendskum sjógvi.