Vóna at finna koppingarevni

– Vit vóna við kanningunum bæði at finna fram til koppingarevni og at fáa hjálp til smittusporing, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvstovuni

Ein av granskingarverkætlanunum, ið nú skulu gerast, er, um tað eru fleiri sløg av koronavirus. Tað eru ábendingar um tað, til dømis eitt slag, ið spjaðir seg skjótt frá persón til persón og eitt annað, ið ikki spjaðir seg skjótt. Tað skal nú granskast nærri.

Debes H. Christiansen stendur á odda fyri hesi granskingarverkætlanini

– Vit fara at kanna, um tað eru ymiskir frábrigdi av korona. Vit vita, at summi gerast meira sjúk, meðan onnur ikki gerast so sjúk av koronasmittuni. Vit ætla millum annað at finna út av, um summi frábrigdi eru meira sjúkuelvandi enn onnur, sigur Debes H Christiansen.

Hann vísir á, at neyðugt er at finna fram til, hvussu virusið virkar, so at til ber at finna koppingarevni móti tí.

– Vit vóna at kanningarnar kunnu hjálpa til, so at vit finna fram til koppingarevni móti covid-19. Líknandi kanningar verða eisini gjørdar aðrastaðni úti í heimi, og okkara úrslit kunnu so samanberast við úrslitini hjá øðrum, sigur hann.

Hann vónar eisini, at úrslitið kann hjálpa til smittusporing

– Um tað til dømis vísir seg, at tað eru tvey ymisk sløg av covid-19, so kann tað eisini hjálpa okkum at finna fram til kelduna, haðani smittan er komin, Debes H. Christiansen.

Les meira um gransking av covid-19 í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at tekna hald og lesa blaðið á netinum her.