Vongurin á flogfarinum brotnaði

Partar av veinginum á flogfarinum, sum datt niður í Svøríki í gjár, brotnaði í luftini.

 

 

Tað váttar Peter Swaffer, sum er leiðari hjá svensku havarínevndini, í samrøðu við Dagens Nyheter.

Nevndin er í dag farin undir kanningarnar til orsøkina til flogvanlukkuna, sum kostaði níggju fólkum lívið. Tey deyðu eru flogskiparin og átta fallskíggjafólk, sum vóru umborð á flogfarinum.

##med2##

– Ein partur av øðrum veinginum varð ikki funnin við vrakið, men eitt annað stað nærindis. Hann er knekkaður av í luftini, sigur Peter Swaffer sambært norsku tíðindastovuni NTB.

Flogfarið, sum datt niður, hevði ongan svartan kassa ella aðra útgerð, sum skrásetir ferðina í luftini.

 

/ritzau/

 

##med3##