Waag-bilar 7,6 milliónir krónur í yvirskoti

Rakstrarroknskapurin hjá bilasøluni P/F Waag fyri 2018 vísir eitt yvirskot upp á slakar 7,6 milliónir krónur.

Leiðslan sigur í ársfrásøgnini, at úrsltið er á leig tað, sum mett varð frammanundan, og metir leiðslan vera nøktandi.
Leiðslan meitir eisini, at úrslitið í ár fer at liggja á sama støði.
Bruttovinningurin hjá P/F Waag var slakar 22 milliónir, og lønarútreiðslurnar vóru 10,2 milliónir krónur.
Eginognin hjá P/F Waag er nú slakar 50 milliónir krónur, og langfreistaða skuldin hjá felagnum er slakar 25 milliónir krónur.
32 fólk starvast hjá samtakinum, sum umframt bilasøluna eisini fevnir um dekk- og plátuverkstaðið á Hjalla.