Wakashio kann fara í tvíningar

Ritzau/Scanpix

Ritzau/Scanpix

Forsætisráðharrin í Mauritius, Pravind Jugnauth, óttast nú, at tangaskipið Wakashio er í vanda fyri at fara í tvíningar, eftir at tað rendi á koralriv uttan fyri Mauritius 25. juli.

Wakashio, sum hevði um 4000 tons av olju í lastini, rendi seg fast í koralrivini 25. juli, og hevur sitið fast síðani, meðan myndugleikar og umhvørvisfólk hava roynt at basa dálkingini frá skipinum.

Sambært BBC síggjast nú stórar rivur í skipinum, og tí óttast forsætisráðharrin, at vandi er fyri, at skipið fer í tvíningar, og at tey 3000 tonsini av olju, sum framvegis eru í lastini, enda í sjónum.

Bjargingar- og uppruddingararbeiðið hevur eisini verið illa darvað av veðrinum, og vindmegi upp í 50 metrar um sekundið hevur fyribils steðgað arbeiðinum. Olja hevur annars verið flutt við tyrlu úr tangaskipinum á land og á eitt annað tangaskip, ið felagið, Nagashiki Shipping, eigur, men nú aldurnar væntast at verða upp í fimm metrar, er hetta enn ein avbjóðing fyri uppruddingarfólkið.

Oljulekin kann gerast ein vanlagna fyri økið, sum eisini er umfatað av ramsarsáttmálanum, siga umhvørvisfólk í Mauritius.

Tað er ikki greitt, hví Wakashio rendi á koralrivini, men løgreglan í Mauritius hevur fingið heimild at fara umborð á Wakashio at fáa hendur á tilfari, so sum logbók og øðrum, ið kann hava áhuga fyri kanningararbeiðið.

Ritzau/Scanpix