Weinstein skal 23 ár í fongsul fyri neyðtøku og ágang

Ákæri hevði heitt á dómara í New York um at døma Harvey Weinstein umleið 25 ár í fongsul.

Ein dómstólur í New York hevur í dag dømt fyrrverandi filmsframleiðaran Harvey Weinstein 23 ára fongsul fyri neyðtøku og kynsligan ágang.

Ákærin Joan Illuzzi hevði biðið dómarin døma fyrrverandi Hollywood-mannin umleið 25 ára fongsul.

Dómurin er ein sigur fyri #MeToo-rørsluna.

Síðst í februar varð Weinstein kendur sekur í kynsligum ágangi við dómstólin í New York City. Tá boðaðu advokatar hansara frá, at hann ynskti at kæra dómin.

/ritzau/Reuters