WHO-stjóri: Gongdin í Wuhan gevur heiminum vón

Tað birtir vón í heiminum, tá lond ella býir megna at basa konronavirus, sigur stjórin í WHO.

– Tit eru ikki ósigrandi. Hetta virusið kann senda tykkum á sjúkrahús í fleiri vikur – og enntá drepa tykkum, segði aðalstjórin í WHO Foto: Christopher Black/Who/Reuters

– Tit eru ikki ósigrandi. Hetta virusið kann senda tykkum á sjúkrahús í fleiri vikur – og enntá drepa tykkum, segði aðalstjórin í WHO Foto: Christopher Black/Who/Reuters

Kinesiski býurin Wuhan, sum einaferð var miðdeplin fyri koronavirusútbrotið, ímyndar í dag ein farra av vón.

Soleiðis sigur etiopiski aðalstjórin í Heimsheilsufelagsskapinum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Útsøgning hjá honum kemur, eftir at heilsunevndin í Kina fyri fyrstu ferð síðani útbrotið byrjaði staðfestir, at tað seinasta samdøgrið ikki er skrásettur ein einasti nýggjur smittaður í landinum.

– Wuhan gevur heiminum vón um, at vit kunnu vinna á tí mest álvasomu støðuni, sigur WHO-stjórin á einum online tíðindafundi.

– Vit skulu sjálvandi vera varin, tí gongdin kann skjótt fara tann øvugta vegin aftur. Men tá vit síggja at lond og býir fáa tamarhad á virusinum gevur tað restini av heiminum vón og dirvi, sigur hann.

Wuhan liggur miðskeiðis í Kina í Hubei-landspartinum.

Tað var haðani, at koronavirusið síðst í desember fór at spreiða seg skjótt. Tað eru nú váttaðir tilburðir kring allan heimin.

WHO-stjórin segði í gjár, at nú óttast tey støðuna, um virusið av álvara fer at gera um seg í londum við sárbarari heilsuskipan.

– Tann óttin er nú vorðin ógvuliga veruligur, sigur hann.

Sjálvt í teimum londum er tó gjørligt at gera mun, legði WHP-stjórin dent á:

– Í mun til farsóttir fyrr í søguni, so hava vit møguleikan fyri at broyta, hvussu hetta fer at ganga.

Tedros Adhanom Ghebreyesus kom á tíðnidafundinum harumframt við greiðum boðum til heimsins borgarar:

– Tit eru ikki ósigrandi. Hetta virusið kann senda tykkum á sjúkrahús í fleiri vikur – enn tá drepa tykkum, ávaraði hann.

Kring heimin hevur koronavirusið kosta yvir 11.000 fólkum lívið. Tað vísir ein uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University, sum fylgir útbrotinum nágreiniliga.

/ritzau/AFP

 

 

 

– Tit eru ikki ósigrandi. Hetta virusið kann senda tykkum á sjúkrahús í fleiri vikur – og enntá drepa tykkum, segði aðalstjórin í WHO Foto: Christopher Black/Who/Reuters