WHO: Talið av virussmittaðum í Kina er stabilt

Enn er ógreitt, um coronavirusið hevur verið um tað hægsta. Men talið av smittaðum tykist vera komið i fasta legu, sigur WHO.

Ein arbeiðsmaður kanna fepurin hjá fólki, tá tey fara úr eini handilsmiðstøði í Kina. - Foto: China Daily/Reuters

Ein arbeiðsmaður kanna fepurin hjá fólki, tá tey fara úr eini handilsmiðstøði í Kina. - Foto: China Daily/Reuters

Talið av smittaðum við coronavirusi í Kina tykist vera um at koma í fasta legu. Tað upplýsir Heimsheilsustovnurin WHO.

Sambært WHO eru tað “góð tíðindi”. Men felagsskapurin leggur dent á, at tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvørt virusið hevur verið í hæddini.

Tað er millum annað í Hubei-landspartinum, sum verður roknað sum miðdepulin fyri virusið, at talið av smittaðum er komið í fasta legu.

Tað sigur Michael Ryan, stjóri fyri kreppuhandfaring hjá WHO, á einum tíðindafundi í Geneve, Sveis.

Hubei-landsparturin er stongdur fyri at minka um útbreiðsluna av virusinum, sum hevur rakt fleiri lond.

– Vit eru í eini stabilum skeði upp á fýra dagar, har talið av smittaðum ikki er hækkað. Tað eru góð tíðindi og vísir kanska effektina av teimum tiltøku,m, sum eru sett í verk, sigur Michael Ryan..

Hann leggur afturat, at tað er ov tíðliga at gera metingar um víðari menningina.

Umframt Huhei heva fleiri aðrir stórir landspartar og býir í Kina sett í verk ferðaavmarkingar ella líknandi tiltøk fyri at minka um smittuvandan.

Fleiri enn 34.500 persónur eru smittaðir við coronavirussinum, sum hevur kostað fleiri enn 700 fólkum lívið.

Aðalstjórin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebeyesus, mælir fólki til hóvsemi hóast góðu tíðindini.

Hann ávarar ímóti miskunning um virussið. Miskunning skal hava gjørt arbeiðið truplari hjá heilsstarvsfólki, sigur hann

– Vit stríðast ikki bara við virussið. Vit stríðast eisini ímóti trøllum og samansvørjingarteoretiakrum, sum skapa miskunning og máa støði undar stríðnum ímóti virussinum, sigur aðalstjórin.

Ein føroyingur var í sama flogfari úr Kina, har ein kvinna gjørdist illa fyri og varð kannað fyri coronavirus. Hon vísti seg ikki at vera smittað. Myndugleikarnir í Danmark vóru klárir at viðgera hana, um neyðugt. Og landslæknaembætirð i Føroyum var til reiðar at fáa føroyingin avbyrgdan, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum við Kringvarpið fríggjakvøldið.

Tað er eingin skrásettur tilburður av coronavirussinum í Danmark ella í Føroyum. Sambært danska heilsustrýrinum er váðin fyri at verða smittaður her á okkara leiðum lítil.

/ritzau/AFP

 

 

Ein arbeiðsmaður kanna fepurin hjá fólki, tá tey fara úr eini handilsmiðstøði í Kina. - Foto: China Daily/Reuters