YouTube fær risa bót fyri at savna dátur um børn

YouTube hevur brotið lóg um samtykki frá foreldrum við at savna inn dátur hjá børnum.

Videodeilingartænastan hjá Google, YouTube, skal gjalda 170 milliónir dollarar í eini sak um innsaving av dátum hjá brønum uttan samtykki frá foreldrum.

Amerikanska brúkara- og kappingarstýrið, Federal Trade Commission (FTC), hevur skrivað út eina bót upp á 136 milliónir dollarar til YouTube.

Harumframt skal Google, sum eigur YouTube, gjalda aðrar 34 milliónir dóllarar til statin New York fyri líkandi ákærur, sum ákærin í statinum hevur reist.

Bótin er tann størsta, sum FTC hevur givið Google – men hon er tó nakað minni enn tann bótin upp á fimm milliardir dollarar, sum stýrið gav Facebook fyrr í ár.

Sambært FTC hevur YouTube brotið eina lóg, sum sigur, at tað skal vera samtykki frá foreldrum, áðrenn virki kunnu savna inn persónligar upplýsingar um børn.

YouTube hevur sagt, at teirra tænasta er vend ímóti persónum, sum eru minst 13 ár, men yngri børn síggja eisini ofta video á síðuni. Harumframt eru nógvar vældámdar Youtube-kanalir við teknifilmum ella sangum, sum venda sær til børn.

 

/ritzau/AP