YouTube hevur gjørt av at steingja YouTube konto hjá Donald Trump í minst eina viku.
Tað verður gjørt »av ótta fyri framhaldandi vanda fyri harðskapi«, og tí at Trump hevur brotið reglurnar hjá heimsins størsta videoplattformi.
Tað skrivar amerikanski miðilin CNBC í morgun okkara tíð úr einum tíðindaskrivi frá YouTube.
Avgerðin er ikki endalig, og kanalin er ikki slettað.
YouTube hevur eina reglu um, at trý brot skulu til, áðrenn ein persónur verður tveittur av YouTube endaliga.
Sambært New York times og tíðindastovuni Reters hevur stongsulin tó nógvar aðrar avleiðingar.
Millum annað er ikki longur gjørligt at viðmerka videoir hjá Trump. Tað er galdandi í óásetta tíð.
Nýtt innihald er eisini tikið burtur av kanalini, men tað er enn ikki greitt, hvat Trump hevur deilt.
Trump sleppur heldur ikki at stroyma beinleiðis næstu vikuna
Avgerðin er tikin eftir at Trump-viðhaldsfólk løgdu á Kongressina í síðstu viku, tá fimm fólk doyðu.
Áðrenn tey lupu á bygningin, hevði Donald Trump í eini røðu fyri mótmælisfólkunum eggjað teimumm til at ganga í skrúðgongu móti Capiton HIll og mótmæla úrslitinum av forsetavalinum.
Leygarnáttina danska tíð stongdi Twitter profilin hjá Donald Trump.
Tað var gjørt sum eitt beinlieðis úrslit av ófriðinum við Kongressina.
Eisini Facebook og Instagram hava valt at útiloka Donald Trump í óásetta tíð av somu orsøk
/ritzau/
##med2##