Yvir 100.000 deyð av koronu í USA

Næstan 1,7 milliónir fólk í USA eru staðfest smittað við koronuvirus, vísa nýggj tøl.

Íbúgvar standa í røð fyri at fáa mat undir koronukreppuni í New York-býarpartinum Queens. - Mynd: Eduardo Munoz/Reuters

Íbúgvar standa í røð fyri at fáa mat undir koronukreppuni í New York-býarpartinum Queens. - Mynd: Eduardo Munoz/Reuters

Talið av deyðum í USA av koronuvirus er farið um 100.000. Skrásett eru nú 100.047 deyð við virusinum.

Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University í nátt okkara tíð.

Tíðindastovan AFP lýsir tað sum ein »dapran marknastein« og tað nógv hægsta deyðstalið í heiminum.

Slakar 15 milliónir fólk eru nú kanna fyri koronuvirus í USA. Umleið 1,7 millión eru staðfest smittað við virusinum, meðan umelið 385.000 eru staðfest frísk aftur.

Harðast rakti staturin er New York við næstan 30.000 deyðum.

Serfrøðingar halda, at veruliga talið av deyðum og smittaðum í landinum er hægri, enn staðfestu tølini vísa.

USA boðaði frá fyrst andlátinum av koronuvirus fyri trimum mánaðum síðani.

Kring heimin eru skrásett yvir 5,6 milliónir smittað og oman fyri 350.000 deyð. Harvið stendur USA fyri einum sløukum triðingi av øllum deyðum.

Síðst í marsmánaði metti serliga samskiparin í Hvítu Húsunum í sambandi við koronuvirus, at handfaringin hjá USA av støðuni var »stórt sæð perfekt«, um færri enn 200.000 fólk í landinum doyggja.

Soleðis segði Deborah Birx í samrøðu við NBC News, at hon metir, at millum 100.000 og 200.000 fólk í USA fara at doyggja við koronuvirus »í besta føri«.

Metingin hjá Deborah Birx er á sama støði sum metingin, sum Donald Trum, forseti, hevði á tíðindafundi 29. mars.

– Um USA megnar at halda talið av deyðum millum 100.000 og 200.000 heldur enn møguliga 2,2 milliónum, merkir tað, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, segði Donald Trump sambært tíðindastovuni Reuters.

/ritzau/

 

 

 

Íbúgvar standa í røð fyri at fáa mat undir koronukreppuni í New York-býarpartinum Queens. - Mynd: Eduardo Munoz/Reuters