Yvir 3000 deyð av korona í Norðurlondum

Svøríki er heilt fyri seg við nógvum flestum andlátum av korona I Norðanlondum.

Her síggast gestir á kaffitovu, sum eru settir í frástøðu á Lilla Torg í Malmø. – Mynd: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix

Her síggast gestir á kaffitovu, sum eru settir í frástøðu á Lilla Torg í Malmø. – Mynd: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix

Tilamans eru nú deyð yvir 3000 fólk í Norðanlondum av koronavirus.

Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University í morgun.

Ítøkiliga eru deyð 3007 fólk tilsamans í Norðurlondum av koronavirus. Tað svarar til 11,0 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Meira enn tveir triðingar av hesum eru deyð í Svøríki, sum hevur havt eina aðra strategi enn hini Norðurlondini.

Í Svøríki eru 2192 fólk deyð eftir koronasmittu, og talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar er 21,4. Í Danmark er talið 7,2.

Samfelagið hevur ikki á sama hátt verið stongt í Svøríki, sum vit kenna tað í Føroyum og í hinum Norðurlondunum.

Mótvegis øðrum londunum hevur Svøríki ikki sett í gildi forboð, men ráð og tilmæli. Hesi hava snúð seg um at sleppa undan stórum mannamongdum, avmarkingum í bussum og tokum, um at halda frástøðu, vaska hendur og so vítt gjørligt arbeiða heimanífrá.

Bert miðnámsskúlar og víðargangandi útbúgvingar hava verið stongd, eins og forboð er ímóti at savnast fleiri enn 50 fólk. Hinvegin hava landsins fólkaskúlar og barnagarðar verið opnir, eins og fleistu arbeiðspláss.

Í staðin hevur stjórnin heitt á sviar um at at vera ábyrgdarfullar. Vónin er millum annað, at fólkið kann halda á við avmarkingunum í longri tíð, um krøvini eru linari.

Anders Tegnell, landsepidemilogur, sum stendur fyri svensku strategiini, varð í gjár í samrøðu við SVT spurdur, um strategiin er hin rætta.

– Bert at hyggja at tali av deyðum er ein eintáttaður háttu at meta um okkara arbeiði. Tá vit í framtíðini skulu meta um tað, haldi eg, at vit eisini fara at hyggja eftir fleiri ymsum viðurskiftum umframt talið av deyðum.

– Talið av deyðum er bara einlítil toppur av einum stórum ísfjalli, og tað er harvið ikki týdningarmesti parturin. Men tað er sjálvsagt syrgiligt í sær sjálvum og rakar nógv fólk, segði ríkisepidemiologurin.

Anders Tegnell hevur fyrr víst á, at gongdin í Svøríki sær út til at vera stabil.

Myndugleikarnir hava eisini víst á, at sjálvt um trýstið á sjúkrahúsini er stórt, klára tey enn at fylgja við.

Í Danmark eru 418 deyð við koronavirus. Í Noreg og í Finnlandi er talið ávikavist 201 og 186 deyð, meðan talið fyri hvørjar 100.000 íbúgvar er undir fýra í báðum londum.

Tølini eru av heimasíðuni hjá Johns Hopkins University á midnátt.

 

 

 

 

Her síggast gestir á kaffitovu, sum eru settir í frástøðu á Lilla Torg í Malmø. – Mynd: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix