Noreg broytir nú krøv um smittuverju

- Fólk, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, nýtast ikki at fara í sóttarhald - heldur ikki, um tey hava havt nærsamband við ein, sum er raktur av covid-19, sigur norska heilsumálaráðið í dag.

 

 

Fráboðanin hjá norska heilsumálaráðnum í dag merkir, at fólk, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, verða javnstillað við fólk, sum hava havt covid-19 seinastu seks mánaðirnar.

Hetta merkir, at hesi nýtast ikki at fara í sóttarhald sum onnur, ið ikki eru koppsett. Ein fyrimunur hjá fólki, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, er, at teimum nýtist heldur ikki at taka nakra koronu-roynd, um tey hava verið í samband við smittaðan.

- Fleiri enn 1,3 miljónir fólk í Noregi hava nú fingið í minsta lagi fyrru koppseting. At fólk, sum hava fingið báðar koppsetingarnar nú ikki nýtast sóttarhald, eru góð tíðindi og fer at lætta um gerandisdagin hjá mongum, sigur heilsumálaráðharrin í Noregi, Bent Høie.

Ein onnur broyting í reglunum í Noregi er eisini, at fólk, sum hava fingið fyrru koppseting fyri trimum til 12 vikum síðan, eisini sleppa undan sóttarhaldi, um tey lata seg kanna millum trý og sjey samdøgur eftir nærsamband við smittaðan.

Hesar broytingar í smittuverjureglunum gerast galdandi í Noregi frá á midnátt í kvøld at rokna.