Royna at finna pengarnar til í summar

Umvælingarnar í Skúgvoy verða kanska gjørdar nú

Roynt verður at fáa umvælingarnar gjørdar í summar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum.

Partamaður hansara, Brandur Sandoy, hevur spurt hann, um ætlanin er at fara undir at umvæl havnarlagið í Skúgvoy í summar.

Hann vísir á, at havnarlagið í Skúgvoy er illa farið at brimi, tí fyri nøkrum árum síðanu fór at brotna burtur av betonginum á lendingini. Og nú er skaðin so umfatandi, at stórur vandi er fyri, at fólkaskaði stendst av, tá nakað er at í sjónum, og fólk er niðri á lendingini.

Hann sigur, at verður skaðin ikki gjørdur nú er stórur vandi fyri, at skaðin verður størri, og so verður tað upp aftur dýrari.

Jørgen Niclasen ásannar, at fleiri fleiri lendingar á útoyggjum, sum Strandferðslan brúkar, eru ikki í nóg góðum standi. Havnirnar eru kommunalar, men kann tað verða tungt hjá teimum smæstu kommununum at fíggja neyðugar umvælingar.

Hann sigur, at Landsverk hevur gjørt fyribils kanningar av havnalagnum í Skúgvi, og Landsverk heldur fram við at fyrireika arbeiðið at umvæla havnarlagið. Samstundis verður at finna pening, so arbeiðið kann gerast í summar, sigur Jørgen Niclasen.