Stór byggifyritøka seld

90 starvsfólk hava júst nú fingið at vita, at arbeiðspláss teirra er selt

Sámal Erik Hentze hevur í dag selt stóru byggifyritøkuna Húsavarðartænastuna.

Nýggju eigararnir eru Regin Petersen, sum hevur átt part í fyritøkuni og Haraldur Djurhuus.

Fyritøkan fer at halda fram við sama virksemi, og í ordrarbókunum er arbeiði í minsta lagi eitt ár fram.

– Eg fari at nýta høvi at takka øllum, sum hesi seinastu árini hava arbeitt hjá okkum, eins og eg vil takka øllum samstarvsfeløgum gjøgnum árini. Og ikki minst teimum kundum, sum vit hava havt, sigur Sámal Erik Hentze.

Sámal Erik Hentze sigur, at fyribils fer hann at taka sær av løttum, men sigur ikki hvat hann anars ætlar.