TB venjarin hevur lagt frá sær

Eftir stórtapið á heimavølli ímóti B36 í dag hevur Michael Winter takkað fyri seg sum venjari hjá TB

TB skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt, eftir at B36 í dag vann 4-0 í Trongisvági. Hetta er sama úrslit, sum HB sunnudagin fór við úr Trongisvági. Eftir sjey umfør hevur TB eitt stig, og á heimavølli er úrtøkan úr fýra dystum einki stig og málmunurin 2 – 17.

TB skrivar soleiðis í kvøld:

Michael Winter takkað fyri seg

Eftir 0-4 ósigurin móti B36 í dag, hevur høvuðsvenjarin Michael Winter valt at takka fyri seg. Michael kom til Tvøroyrar Bóltfelag í fjør og endaði liðið á 8. plássi við 18 stigum. Nú 7. leikumfar er farið afturum, hevur TB einans megnað at vinna 1 av 21 stigum, liggur aftast og er eisini úti av steypakappingini.

Hetta er sjálvandi keðiligt, sæð við TB-brillum, og broyting má onkursvegna koma í. Vanliga loysnin er altíð at fara eftir venjaranum og vita um til ber at fáa nýggjan vilja inn á liðið. Í hesum føri hevur venjarin sjálvur valt at siga seg úr starvi og felagið má nú leita eftir aðrari loysn.

Hóast soltnu úrtøkuna, so hava vit í Michael havt ein venjara, ið altíð hevur givið alt hann hevur fyri felagið. Hann møtir altíð væl fyrireikaður, hann er einastandandi góður fyri felagsandan á liðnum og hevur hann ikki verið bleikur fyri at fara útum tað, ið er væntað av honum. Hann hevur gjørt ótrúliga nógv fyri okkara ungdóm og eru vit honum takksom fyri tað, í felagnum.

Tað er altíð við sorgblídni at sagt verður farvæl til onkran í felagnum og hetta er einki undantak. TB fer at takka Michael fyri hansara ídni og íkast til TB og ynskja honum bestu eydnu á víðari ferð hansara, skrivar TB í kvøld.