005 í TB Húsinum í kvøld

Í kvøld verður skipað fyri dansi í TB Húsinum á Tvøroyri, har 005 fer á pallin. Ungdómsdeildin hjá VB/TB/Sumba skipar fyri dansitiltakinum Í síðstini hevur nærum bert verið dansur við diskoteki í TB Húsinum á Tvøroyri, men í kvøld verður øðrvísi.

Ungdómsdeildin hjá VB/TB/Sumba skipar fyri, og tað verður bólkurin 005, ið fer á pallin.

005 er savn av royndum tónleikarum í Suðuroynni, og bólkurin spælir sera blandaðan tónleik, og hevur eisini nýggjan tónleik á skránni, men gott gamalt er eisini ímillum.