Leygarkvøldið fer bólkurin 005 á pall í VB húsinum á Eiðinum í Vági Bólkurin 005 er settur saman av royndum tónleikarum í Suðuroynni. Allir hava áralangar royndir úr øðrum bólkum og hesar royndir eru so savnaðar í bólkin 005.
Á skránni hevur 005 alt frá góðum gomlum rock- og poppslagarum, til tað, ið er frammi nú.