Tað letur ikki til, at teir 7 limirnir í løgtingsins vinnunevnd lurtaðu eftir sendingini "Sostatt" fyri 2 vikum síðani. Í sendingini atkvøddu 89% fyri, at ferðslulógin eigur at broytast viðvíkjandi víkiskylduni, bert 11% halda, at lógin eigur at verða óbroytt. Ístaðin fyri at fokusera uppá fólkaviljan, hevur løgtingsins vinnunevnd úti-lokandi valt at fokusera uppá, at Kári P. Højgaard hevur gjørt sama, keðiliga mistak som onnur hava gjørt í ferðsluni.
Lurtaðu bert eftir einari síðu
Í málsviðgerðini av broytingaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard til ferðslu-lógina hevði løgtingsins vinnunevnd møguleikan at hava teir ymisku partarnir til hoyringar. Teir kundu sent boð eftir bæði Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Bileftirlitinum, Føroya Koyrilærarafelag, ferðsluløgreglumonnum, og onkrum, sum er raktur av ferðslulógini. Men boðsendi løgtingsins øllum hesum pørtum til hoyringar í hesum málinum? NEI! Um tað er av ignoransu, ringari tíð, óvitinheit ella illvilja ímóti Kára P. Højgaard er ilt at siga! Men sannleikin er, at bert Mogens Nepper Christensen, landfúti, Dorthe Møller Anderssen, ákæri og Uni Vestureið, kriminalinspektørur blivu boðsend til hoyringar. Eingin av áðurnevndu ferðsluinstansum ella persónum bleiv boðsendur! Bert ein síða av málinum bleiv hoyrd í hesum fyri mong álvarsmáli!
Eru Nepper og Anderssen "neutral".
Eg havi á egnum kroppi kent hvussu "saklig", "neutral" og "rættvís" Mogens Nepper Christensen og Dorthe Møller Anderssen kunnu verða. Fyrst reistu tey eina ákæru, um at undirritaði hevði brotið víkiskyldu við hávatonnum og tríkanti. Tá tey frættu, at hvørki hávatenn ella tríkantur vóru á staðnum, sum óhappið (undir arbeiði) hendi tóku tey bara og broyttu ákæruritið, men kravdu framvegis somu revsing!! 3 postmenn brutu víkiskyldina í 2000 og 2001, hinir báðir fingu fráfallubræv frá ákæruvaldinum, meðan undirritaði bleiv einsamallur drigin í rættin! Ákæruvaldið toldi heldur ikki, at undirritaði kritiseraði tey fyri ikki at uppklára eitt grovt brot á ferðslulógina, har undirritaði var offur sjálvur. Í rættinum bleiv eg bæði álopin og snigálopin við øllum møguligum ákærum og ákoyringum frá Dorthe Møller Andersen, sum forrestin enn ikki skilir føroyskt til fulnar, men mátti hava málsliga hjálp í fleiri førum undir rættarviðgerð-ini. Hetta hóast hon hevur búð her í 3 ár! Men fast taki ákæruvaldinum, eg vann sakina, sjálvt um eg "bare er et skide postbud". Aldrin hevur nakar sigur verið mær søtari!
Virðingin á sama støði!
Virðingin hjá løgtingsins vinnunevnd fyri Kára P. Højgaard er á júst sama lága støði, hann er bara eitt "skide postbud", sum hevur gjørt eitt menniskjaligt mistak, og skal tískil ikki hava møguleikan at koma við broytingum til ferðslulógina. Um vit hyggja eftir aldrinum hjá teimum 7 limunum í løgtingsins vinnunevnd, so síggja vit, at bert Bárður Nielsen hevur aldur og ungdómsminni til at klára teoriroyndina fyrstu ferð. Hinir 6 eru komnir so mikið til árs, at teir høvdu ikki staðið fyrstu ferð, uttan so, at teir høvdu farið á eitt drúgt teoriskeið. Nepper vil hava, at alt skal verða sum í Danmark. Men vit hava ikki somu fysisku umstøður, sum í Danmark, t.d. víkiskyldu fyri súkklubreytum (cykelstier)! Hvar eru súkklubreytirnar í Føroyum? Og er sðnið ikki mangan betri við krossvegir í Danmark?
P.S. Nú verða tiltøk sett í verk!
?????????????????????????
Heri Simonsen, sum hevur koyrikortið sum sítt livibreyð!