Óndsinnaða hugsunnarhátt fólkafloksformansins kenna vit. Hann tykist rættuliga vera komin í ekstasu, nú hann aftur hevur fingið (alment fíggjaða) málgang Fólkafloksins útaftur.
Tað sum kortini barst flestum fyri bróstið varð, at tann annars so siðilig tingformaðurin ikki so frægt sum átalaði óndsinnaðu úttalilsi fólkafloksformansins. Tá so løgmaður koyrdi meira bensin á fólkafloksbálið - við eisini at spilla út Sámal Petur í Grund, sum ikki kundi verja seg, líktist hetta meira eini samansvørjing.
Undanførslurnar hjá tingformanninum í útvarpinum týskvøldið um, at »køstur« og »rottureiður« ikki nýtist hava negativan týdning, og at fólkafloksformaðurin hevur sín serliga talistíl ber boð um, at tingformaðurin ikki er uppgávu sína vaksin.
Var hann tað, tók hann orðið frá tingmanni, ið ber fram slíkan óndskap á tingsins røðarapalli?