07 Vestur argaði aftur B36

Sebastian Pingel var tvífaldur málskjútti, tá ið hann í næstsíðsta minutti javnaði til 2-2

Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til. Í mai mánað fór 07 Vestur úr Gundadali við einum stigi. Úrslitið ímóti B36 var 1-1.

 

Tað var vónbrot hjá favorittunum í B36, sum í dag høvdu møguleika í góðveðrinum á Dungasandi í Sørvági at siga takk fyri seinast.

 

B36 megnaði heldur ikki í dag at vinna fulla úrtøku. Úrslitið í Sørvági var 2-2, og tað var ikki fyrr enn ein minutt undan leikloki, at tað eydnaðist B36 at javna til 2-2. Bólturin ferðaðist úr vinstru og til handara stólpa, har verjuspælarin ikki var nóg ansin, tá ið hann hevði møguleika at beina hann út til horna. So troðkaði Sebastian Pingel seg fram og smekkaði bóltin í málið.

 

Tað var eisini Sebastian Pingel, sum aftur í dag var í framrættaðari ódn í høgru, sum legði B36 á odda 1-0. Tá var eitt stórt korter farið, og uppleggið átti Uros Stojanov, sum tað annars ikki sást nakað serligt til.

 

Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið 07 Vestur javnaði til 1-1. Málskjútti var miðvallarin Predrag Jeremic, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í netið eftir eitt sindur av aftur og fram.

 

Albert Theis Nielsen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 12 minuttir. Fimm minuttir seinni legði hann 07 Vestur á sigurskós. John Fagerström var ágrýtin, tá ið hann á strikuni og inni í málteiginum í høgru vann bóltin av B36 liðformanninum Andriasi H. Eriksen, sum ætlaði at bólturin skuldi rulla av vøllinum til málspark. John Fagerström var kaldur, tá ið hann rak ímóti málinum, og í røttu løtuni legði hann bóltin út frá til Albert Theis Nielsen, ið var púra leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

Fyri 07 Vestur mundi tað kennast sum vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Men javnleikurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 22 stig og er níggju stig frá niðurflytingarstrikuni.

 

At B36 ikki vann fulla úrtøku ber við sær, at møguleikin hjá árstalsfelagnum at sleppa upp í part næsta summar ikki er góður, um tað ikki eydnast at vinna steypakappingina.

 

 

 

07 Vestur – B36 2-2 (1-1)

 

0-1: Sebastian Pingel

 

1-1: Predraga Jeremic

 

2-1: Albert Theis Nielsen

 

2-2: Sebastian Pingel

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dan Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Janus Svabo Samuelsen, Martin Heilberg Petterson – Teitur Olsen, Predrag Jeremic, Jóannis á Steig – John Fagerström

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Hákun Edmundsson – Sebastian Pingel, Andras Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov