8. min.: Milan Pejcic hevur lagt 07 Vestur á odda. Hann var fyrstur á bóltinum, tá Vlada Filipovic hevði vart fyri eini skotroynd.
30. min.: Heimaliðið stríðist væl. Tað hevur ikki eydnaðst toftamonnum at sett Trygva Askham í málinum undir veruligt trýst.
45. min.: Jóan Petur á Stongum hevur í tveimum førum verið sera nær við at økt um leiðsluna. Toftamenn hava havt tamarhald á dystinum seinastu løtuna.
HÁLVLEIKUR
70. min.: Bæði liðini hava lagt meira fyri eftir hvíldina. Nærdystirnir eru fleiri, og tað merkja serliga toftamenn í løtuni. Jóhan Dávur Højgaard er ikki á vøllinum longur, tí hann er útvístur. Verjuleikarin hevði fingið tvey gul.
90. min.: B68 hevur trýst seinastu løtuna, og tað stendur nógv á hjá heimaliðnum. Trygvi Askham hevur havt fleiri stórbjargingar.
LIÐUGT!
07 Vestur - B68 1-0 (1-0)
1-0: Milan Pejcic, 8.